Talan var ikki um gassspreinging

Talan var ikki um gassspreinging
Svenska løgreglan sigur, at okkurt var lagt við ella inni í íbúðarbygninginum í Gøteborg, sum sprongdist
16 fólk vóru flutt á sjúkrahús eftir spreingingina í íbúðarhúsunum í Gøteborg í gjár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
29.09.2021 - 08:46

Tað er einki, sum bendir á, at talan var um eina gassspreinging í einum íbúðarblokki í Gøteborg í gjáramorgunin.

Fleiri eldar stóðust av spreingingini, og 16 fólk noyddut á sjúkrahús til kanningar.

Ein talsmaður fyri svensku løgregluna sigur, at ein ella fleiri mans hava lagt eitthvørt við, ella inni í bygninginum, sum sprongdist.

Svenska løgreglan kannar eisini, umtalan kann vera um bandavirksemi.

Svensk bløð skriva, at ein løgreglumaður, sum hevur verið vitni í fleiri málum um bandavirksemi, búði í bygninginum.

Hann sigur við blaðið Expressen, at hann roknar við, at løgreglan fer at kanna, um hann var málið hjá teimum, sum løgdu spreingingina til rættis.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151