- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarflokkarnir viðgera støðuna eftir valið
Stjórnarflokkarnir viðgera støðuna eftir valið
Úrslitið av altingsvalinum leygardagin var, at stjórnin varðveitti meirilutan

Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands. Stjórnarflokkarnir, sum varðveita meirilutan, viðgera nú politisku støðuna eftir valið.
28.09.2021 - 16:28
Stjórnarflokkarnir í Íslandi eru farnir at lodda politiska dýpið eftir altingsvalið leygardagin.
Úrslitið av valinum var, at stjórnin varðveitir meirilutan, hóast flokkurin hjá forsætisráðharranum hevði afturgongd.
Í dag hava formenninir fyri stjórnarflokkarnar, Katrín Jakobsdóttir fyri Vinstra-Grøna flokkin, Bjarni Benediktsson í Sjálvstæðisflokkinum og Sigurður Ingi Jóhannsson fyri Framsóknarflokkin havt fund í Reykjavík.
Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, segði í samrøðu við Morgunblaðið stutt fyri døgurða í dag, at formenninir ætla at brúka hesa vikuna at tosa um støðuna eftir valið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV