- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm mánaðir fongsul og vístur av landinum
Ein útlendingur er í Føroya rætti í dag dømdur fimm mánaðir fongulsrevsing fyri sín leiklut í einum máli um harðskap, burturflyting og hóttan.
Harumframt verður maðurin vístur av landinum í fimm ár.
Tað var 13. juli í ár, at dømdi maðurin, saman við trimum øðrum monnum, leyp á ein mann uttan fyri eitt gistingarhús í høvuðsstaðnum. Har sló dømdi maðurin hin mannin eina ferð í høvdið og sparkaði hann tríggjar ferðir.
Hann var dømdur sekur í fýra av fimm ákærupunktum, og tey snúðu seg um harðskap og hóttanir.
Kundi ikki prógva burturflyting
Men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið kundi prógva, at maðurin hevði roynt at burturflyta eina dóttur.
Hetta er aðru ferð, at maðurin er vístur úr Føroyum. Fyrru ferðina var í 2016, tá hann eisini var burturvístur í fimm ár. Og fimm ár seinni, í summar, kom hann aftur til Føroya.
Bæði ákæruvaldið og verjin hava biðið um umhugsanartíð til at kæra dómin.