Bensinprísir: Føroyar eru nummar 17

Bensinprísir: Føroyar eru nummar 17
Kanning, sum íslendski orkustovnurin hevur gjørt, vísir, at Niðurlond høvdu dýrasta bensinið í august
Føroyar vóru á 17. plássi í Evropa í august, tá ræður um bensinprísir.
 
28.09.2021 - 08:47

17 lond í Evropa hava dýrari bensin enn Føroyar.

Ein kanning, sum íslendski orkustovnurin gjørdi um bensinprísin í Íslandi og í ES londunum í august, vísir, at Niðurlond høvdu dýrasta bensinið. Tað kostaði 1,85 evrur fyri liturin. 

Finnland var nummar tvey. Har kostaði liturin 1,71 evrur.

Danmark var nummar fýra og Ísland nummar seks. Har kostaði liturin ávikavist 1,68 evrur og 1,65 evrur.

Í Føroyum kostaði bensinið í miðal 1,35 evrur í august.

Føroyar eru tí nummar 17, millum Luxemburg og Malta.

Bíligast í Bulgaria

Bíligasta bensinið í ES var, sambært íslendsku kanningini, í Bulgaria. Har kostaði liturin 1,13 evrur.

Talan er um 95 oktan bensin við avgjøldum.

Størstu avgjøldini eru í Íslandi, 0,744 evrur fyri liturin.

Danmark er her nummar tvey við 0,714 evrum í avgjøldum fyri bensinliturin.

Í Føroyum eru avgjøldini 0,600 evrur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109