Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum minkað

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum minkað
Umsetningurin fyri klædnavørur og húsbúnað er vaksin12 prosent frá fyrsta til annan ársfjórðing í ár
Í koronutíðini vaks sølan av matvørum og alkoholfríum drykkjuvørum, men nú er sølan minkað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
27.09.2021 - 12:20

Uppgerðin av smásølu fyri annan ársfjórðing vísir, at vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum er minkaður 1,4 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Annan ársfjórðing í fjør vaks sølan í hesum vørubólki heili 14,5 prosent.

Tíðin við koronu, tá føroyingar vóru meira heima við hús enn vanligt, hevði við sær, at sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks lutfalsliga nógv, skrivar Hagstovan.

Prísurin hækkaður

Prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal hækkaðir 0,5 prosent frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er nøgdum av seldum mati og alkohofríum drykkjuvørum minkað 1,9 prosent, skrivar Hagstovan.

Vøksturin í umsetningi fyri klædnavørur og húsbúnað er 12 prosent frá fyrsta til annan ársfjórðing í ár.

Samanborið við annan ársfjórðing í fjør er vøksturin 21 prosent. 

Prísir á klædnavørum og húsbúnaði eru í miðal hækkaðir 2,5 prosent frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er nøgdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin góð 18 prosent.

Minni umsetningur

Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin annan ársfjórðing í ár 12,7 prosent minni samanborið við sama ársfjórðing í fjør. 

Seinastu 10 árini eru prísirnir fyri hendan vørubólkin í miðal lækkaðir, men frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er hann hækkaður 1,3 prosent. 

Verður lagt upp fyri hesari prísgongdini, er nøgdin av seldum húsbúnaði og húsarhaldsvørum minkað 13,8 prosent millum hesar somu ársfjórðingarnar. 

Miðalvøksturin í nøgd av seldum húsbúnaði hevur annars verið 9,7 prosent seinastu fimm árini og 4,3 prosent seinastu 10 árini, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109