- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herverk móti bilum á Áarvegnum
Herverk móti bilum á Áarvegnum
Løgreglan fekk boð klokkan 03 í nátt um at ein navngivin persónur gjørdi seg inn á bilar á Áarvegnum
25.09.2021 - 10:34
Herverk hevur verið framt á bilar sum stóðu parkeraðir á Áarvegnum í nátt.
Løgreglan fekk boð klokkan 03 í nátt um at ein navngivin persónur gjørdi seg inn á bilar á Áarvegnum.
Tá teir komu á staðið var síðuspeglið á tveimum bilum knúst.
Sambært vakthavandi á politistøðini hava tey ikki fingið fatur á viðkomandi enn, men tey hava fingið navnið á einum, sum skuldi hava framt herverkið.
Annars hevur verið friðarligt í nátt - ein bilur varð steðgaður í kollfaradali og tað vísti seg at førarin hevði einki koyrikoyrt - tað var frádømt og illgruni er um at hann var ávirkaður av rúsevnum. Tað verður kannað í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV