- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsstovan fingið nýggja góðkenning
Starvsstovan fingið nýggja góðkenning
Hetta er sættu ferð, at danski stovnurin Danak góðkennir Heilsufrøðiligu starvsstovu
23.09.2021 - 10:00
Danski góðkenningarstovnurin Danak hevur eina ferð enn góðkent Heilsufrøðiligu starvsstovu.
Akkrediteringin er endurnýggjað og er galdandi næstu fýra árini.
Akkrediteringin er upprunaliga frá 1994.
Hendan endurnýggingin er tann sætta.
117 kanningarhættir
Heilsufrøðiliga starvsstovan er góðkend til 117 kanningarhættir.
Kravt verður, at kanningarstovan kann gera kanningar á sama stigi sum aðrar akkrediteraðar kanningarstovur í heiminum.
Viðskiftafólk og myndugleikar kunnu nýta úrslitini í øðrum londum sum prógv um føroyskar útflutningsvørur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV