- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krøv fyri 100 milliónir í leysum lofti
Krøv móti landskassanum upp á 100 milliónir krónur hanga enn í leysum lofti.
Í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2020 stendur, at Reiðarafelagið stevndi landsstýrinum í sambandi við veiðirættindi, sum vórðu seld á uppboði í 2016.
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið hevur appellerað.
Kravið fyri 2016 er 18 mió. kr., tað er, um dómsvaldið sigur, at landsstýrið hevur endurgjaldsskyldu. Kravið fyri 2017 er ikki gjørt upp enn.
Partafelagið Northwest Pelagic hevur sent Fiskimálaráðnum eitt endurgjaldskrav, sum er 80,5 mió.kr., eftir ein dóm í Føroya rætti, sum segði, at veiðiloyvið kundi ikki takast frá felagnum.
Hesi bæði málini eru ikki liðugt viðgjørd, og eingin endalig niðurstøða er, sigur Landsgrannskoðanin.