Vænta størsta búskaparvøkstur í 50 ár

Vænta størsta búskaparvøkstur í 50 ár
OECD roknar við, at búskaparvøksturin í ár verður 5,7 prosent
OECD-felagsskapurin er bjartskygdur um búskaparligu útlitini í ár.
 
22.09.2021 - 11:43

2021 kann gerast besta árið fyri heimsbúskapin í 50 ár, um bert sjálvur vøksturin verður tikin við.

Tað vísir ein meting, sum stovnurin fyri búskaparligt samstarv og menning, OECD, hevur gjørt. 38 lond eru í felagsskapinum.

OECD roknar við einum vøkstri í heimsbúskapinum í ár, sum er 5,7 prosent, og sum er á leið sama meting sum í mai.

Verður tað úrslitið, er tað størsta búskaparliga framstig síðani í 1973, tá vøksturin var 6,6 prosent.

3,6 prosent afturgongd í fjør

Stóri vøksturin í ár má samanberast við í fjør, tá koronukreppan hevði afturgongd við sær. Tá var afturgongdin í heimsbúskapinum 3,6 prosent.

Tí er einki løgið í, at vøksturin verður so stórur í ár, sigur OECD.

Næsta ár væntar OECD ein vøkstur í heimsbúskapinum upp á 4,5 prosent, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151