- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg góðtekur føroyska koronupassið
Tað hevur við sær, at fólk úr londunum sleppa til Noregs, og sleppa undan sóttarhaldi. Tey nýtast heldur ikki at hava negativa test, tá tey koma til Noregs.
Eitt krav er, at koronupassið kann kannast við eini QR-kotu, sum ES nýtir.
Onnur lond eru eisini í ferð við at fáa sær slík koronupass, m.a. Andorra, Ísrael og Monaco, og so skjótt sum ES hevur góðkent tey koronupassini, koma fólk úr teimum londunum undir nýggju norsku skipanina.
Talgilda føroyska koronupassið góðkent av ES-nevndini
Í síðstu viku góðkendi ES-nevndin føroyska koronupassið.
Koronupassið er ókeypis og kann takast niður á www.corona.fo. Á heimasíðuni fært tú eisini vegleiðing um, hvussu tú tekur passið niður.
Tað er Sjúkrahúsverkið, sum í samstarvi við Smyril Line, Talgildu Føroyar og Klintra, sum hevur staðið fyri at menna talgilda føroyska koronupassið.