- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landssjúkrahúsið skal gera mannagongdir um trygdarbrot
Landssjúkrahúsið hevði ongar skjalfestar mannagongdir um, hvussu trygdarbrot skuldu handfarast.
Dátueftirlitið hevur kravt, at Landssjúkrahúsið ger hesar mannagongdir.
Eitt trygdarbrot er, sambært Dátueftirlitinum, brot á trygdina, sum ger, at persónsupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari, ella at atgongd verður givin til persónsupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.
Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um Landssjúkrahúsið hevur handfarið brot á persónsdátutrygdina í samsvari við dátuverndarlógina.
Og tað gjørdi, at Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skjalfestar mannagongdir um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.
Kravboðini eru millum annað um at gera skrivligt tilfar um trygdarbrot til starvsfólkini.