- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Ship: Umráðandi at fáa gongd á
- Tað er týdningarmikið at fáa gongd á at minka útlátið, sigur Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship.
Í gjár kunngjørdi Faroe Ship, saman við ellivu øðrum føroyskum fyritøkum, at ætlanin er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við eini helvt fram til 2030.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:
Skipini ikki við
Í fyrsta umfari eru skipini tó ikki við, tí sonevndu vav1 og 2 bert fevna um tey útlát, sum eitt felag hevur beinleiðis ávirkan á ella eigur.
Eitt nú útlátið frá at hita bygningar, reka akfør og so framvegis.
Útlátið frá vavi 3 fevnir um alt óbeinleiðis útlát av virkseminum, sigur Bogi Nielsen, og tí er tað ikki við í hesum lyftinum um at minka útlátið í fyrsta umfari.
Faroe Ship ætlar at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi eina helvt til ár 2030.