- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL avlýsir bæði koyring og sigling
SSL avlýsir bæði koyring og sigling
21.09.2021 - 15:22
Strandferðslan hevur avlýst bæði sigling og koyring fyri veður.
Eingin koyring er til Dals, og Bygdaleiðir koyra ikki meira millum Klaksvík og Viðareiði í dag.
Síðsti túrur úr Havnini til Klaksvíkar verður klokkan 16.20 og úr Klaksvík klokkan 16.30.
Koyrt verður ikki millum Fámjin og Tvøroyri.
Sildberin siglir ikki meira í dag, og Hasfjord siglir heldur ikki meira. Fólk, sum hava bílagt sær pláss við Hasfjord, verða biðin um at bíleggja pláss við Teistanum.
Meiri fæst at vita um broytingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni her.
Meiri verður eisini at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 16.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV