- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA viðgongur, at sakleys fólk doyðu í dronuálopi

USA viðgongur nú, at tað vóru 10 sivilfólk, sum doyðu í dronuálopi á ein bil í Kabul í Afganistan, og eingin yvirgangsmaður, sum boðað var frá eftir dronuálopið 29. august.
Tað skrivar DR.
Vandin fyri, at amerikanskar dronur drepa sakleys í Afganistan er vorðin størri, síðan altjóða herdeildir tóku seg úr landinum.
Syndarligt mistak
Frank McKenzie, generalur, segði á tíðindafundi í USA fríggjadagin, at dronuálopið var eitt syndarligt mistak. Tað sigur hann, eftir at ein innanhýsis kanning vísir, at bara sivilfólk doyðu í álopinum. Og eingin yvirgangsmaður í Islamiskum Stati, sum fyrst varð hildið.
- Eg eri nú sannførdur um, at umleið 10 sivilfólk, teirra millum sjey børn, vóru dripin á vanlukkuligan hátt, segði Mckenzie, generalur, sum biður um umbering fyri álopið.
- Harafturat meta vit tað vera sera ósannlíkt, at bilurin og fólkini, sum vóru í bilinum, høvdu nakað samband við IS, ella vóru beinleiðis hóttan móti amerikanska herinum, segði Frank McKenzie.