- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra menn vilja vera leiðari í Vágs kommunu
Fýra menn vilja vera leiðari í Vágs kommunu
Ætlanin er at seta nýggja tekniska leiðaran um miðjan oktober
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-03-10-09h43m06s544.png?itok=jstJulUT)
Vágs kommuna skal hava nýggjan tekniskan leiðara.
20.09.2021 - 15:51
Fýra fólk hava søkt starvið sum tekniskur leiðari í Vágs kommunu.
Tað upplýsir Petry H. Mortensen, skrivari í Vágs kommunu.
Allir fýra umsøkjararnir eru menn.
Miðað verður eftir, at starvið verður sett um miðjan oktober, tá fíggjarnevndin hevur fund.
Tekniski leiðarin hevur dagligu leiðsluna av teknisku deild hjá Vágs kommunu, og verður skrivari hjá eknisku nevnd og havnarnevndini.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV