- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannamálaráðið byggir ikki fyri pengarnar
Landsgrannskoðanin undrast á, at Almannamálaráðið ikki hevur bygt fleiri bústaðir, tí pengarnir vóru har.
Sambært einari frágreiðing, sum var gjørd í 2015 um støðuna hjá 71 bygningum hjá Almannaverkinum vóru 24 teirra í sera ringum standi.
Havandi í huga serliga vánaligu støðuna hjá bústøðunum, heldur Landsgrannskoðanin tað vera undranarvert, at játtanirnar at byggja fyri ikki vóru brúktar, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2020.
Árini 2017 til 2022 var ætlanin at byggja fyri 200 mió.kr.
Slakar 44 mió.kr. vóru brúktar við árslok 2020.
Í 2019 vóru brúktar 3,4 mió. kr. til nýtt barnaheim í Havn.
Nýggjasta kostnaðarætlanin er 135 mió.kr.
Nú í september 2021 hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita, at einki nýtt er hent í hesum máli.