- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfelagsskapurin eitt misvísandi navn

Heitið, Ríkisfelagsskapurin, er eitt skálkaskjól fyri donskum yvirveldi í Grønlandi.
Tað sigr grønlendski landstýrismaðurin í uttanríkismálum Pele Broberg, í samrøðu við blaðið Berlingske.
Hann vil tí hava hetta heitið strikað.
- Tað er ein týdningarmikil munur. Orðið ríkisfelagsskapur leggur upp til, at øll eiga lut í tí, men tað er ikki veruleikin. Tað er felagsskapurin hjá Danmark, sigur Pele Broberg.
Sambært Berlingske, mælir Pele Broberg til, at ríkisfelagsskapurin verður nevndur "danska ríkið".
- Tá er ongin ivi um, hvør hevur valdið, sigur lanstýrismaðurin.
- Danmark kann vera í einum ríkisfelagsskapi við Jylland og Fyn ella við Føroyar, um tey semjast um tað. Men eftir mínum tykki hevur tað onki við Grønland at gera, sigur grønlendski landstýrismaðurin í uttanríkismálum í samrøðu við Berlingske.