- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiða eftirgjørd kjøt í Singapore
Framleiðslan byrjaði í summar í Singapore, sum er fyrsta landið, sum hevur góðkent kjøtið at brúka til mannaføði. Spátt er, at eftirgjørda kjøtið fer at koma ístaðin fyri kjøt frá djórum, men tað hevur leingi verið ov dýrt at keypa. Men nú er fyrsta stór-framleiðsla í gongd av "kanningarstovu-kjøti".
Tað skrivar AgriWacht, sum endurgevur The Straits Times.
Kjøtið verður framleitt á eini nýggjari verksmiðju, sum í stillum er farin undir at framleiða høsnarungakjøt, sum stavar frá kyknum og ikki frá sláturhúsi. Í desember í fjør varð verksmiðjan góðkend at framleiða eftirgjørt kjøt til mannaføði, og tað er enn bara í Singapore, at eftirgjørt kjøt kann keypast í handlunum.
Felagið Esco Aster, sum hevur sergrein í bio-reaktorum, ið verða nýttir til at framleiða eftirgjørt kjøt, eigur verksmiðjuna.