- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keyptu seyðakjøt úr Íslandi fyri 15 mió. kr.
Keyptu seyðakjøt úr Íslandi fyri 15 mió. kr.
1,2 prosent av íslendska heildarútflutninginum í fjør var til Føroya
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_1277_1.jpg?itok=y-uTE-hi)
Føroyar keyptu seyðakjøt fyri 15 milliónir úr Íslandi í fjør, og íslendsk skip bunkraðu olju fyri 11 milliónir krónur í Føroyum.
15.09.2021 - 10:21
Okkurt um fimm prosent av tí, sum Føroyar fluttu inn í fjør, komu úr Íslandi.
Man bara 0,4 prosent av íslendska innflutninginum var úr Føroyum.
Tølini eru í frágreiðingini, sum íslendska uttanríkisráðið hevur gjørt um Føroyar og Ísland.
Um útflutningin verður sagt, at 1,2 prosent av íslendska heildarútflutninginum var til Føroya.
Og 1,9 prosent av føroyska heildarútflutninginum fór til Íslands í fjør.
Sagt verður millum annað, at bara Bretland keypir meira seyðakjøt úr Íslandi.
Føroyar keyptu seyðakjøt fyri 15 milliónir úr Íslandi í fjør.
Íslendsk skip bunkraðu olju fyri 11 milliónir krónur í Føroyum í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV