- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretar útseta aftur krøv um innflutning úr Føroyum
Bretar útseta aftur krøv um innflutning úr Føroyum
Boðini hava við sær, at einki marknaeftirlit verður fyrr enn 1. juli næsta ár
15.09.2021 - 11:00
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið boð úr Stóra Bretlandi um, at tey enn einaferð hava útsett freistir viðvíkjandi krøvum til innflutning.
Hetta ger, at heilsuváttan til fisk og fiskavørur, sum verða sendar úr Føroyum til Stóra Bretlands, ikki verður kravd fyrr enn 1.juli næsta ár.
Heldur ikki verður nakað marknaeftirlit fyrr enn 1.juli 2022.
Kravið um undanfráboðan av vørusendingum í IPAFFS-skipanini er útsett til 1.januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV