- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir deildarleiðara til Veðurstovuna
Nú verður søkt eftir fyrsta deildarleiðaranum til Veðurstovu Føroya.
Deildarleiðarin skal saman við stjóranum á Vørn mynda stovnin á ein sannførandi hátt og virka fyri at dagføra og menna hann, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi, umframt at hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum og øllum virkseminum á Veðurstovuni.
Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni í náttúruvísindum ella onkrum, sum líkist teimum.
Føroyskar veðurforsagnir
1.november yvirtekur Veðurstova Føroya fimm-daga verðurforsagnirnar frá danska veðurstovninum, DMI.
Og 1.desember er ætlanin at yvirtaka 24-tíma forsøgnina gerandisdagar.
Freistin at søkja deildarleiðarastarvið er til 11.oktober.
Tænastustaðurin er fyribils á veðurstøðini á Boðanesi í Havn, seinni ætlandi á flogvøllinum.
Føroyar yvirtóku málsøkið veðrið í 2009, men hevur keypt tænastur frá DMI síðani tá. Í fjør kostaðu tær fimm milliónir krónur.