Ítróttarfeløg fingu 3,5 milliónir úr hjálparpakkanum

Ítróttarfeløg fingu 3,5 milliónir úr hjálparpakkanum
Føroysk ítróttarfeløg fingu hálvafjórðu millión úr hjálparpakka 2 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið frá 1. juli 2020 til 31. mai 2021
Føroysk ítróttarfeløg hava fingið 3,5 milliónir í stuðli
Mynd: ÍSF  
 
14.09.2021 - 11:36

Føroysk ítróttarfeløg ella felagsskapir hava fingið 3,5 milliónir krónur endurgoldnar av inntøkum, sum tey mistu av covid-19 frá 1. juli 2020 til 31. min 2021.

Í alt 45 felagsskapir hava fingið stuðul játtaðan úr hjálparpakka 2. 

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur, um tiltøk vóru avlýst ella avmarkað sum ein avleiðing av almennu covið-19 tilmælunum.

Tilsamans 49 felagsskapir søktu um 5,7 milliónir krónur. 

H71 fekk størstu upphæddina endurgoldna - 250.000 krónur - og KÍF fekk minstu upphæddina. Hon var 10.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946