Dótturfelag skal standa fyri verkætlan í Runavík

Dótturfelag skal standa fyri verkætlan í Runavík
St. Jørgen Ejendomme hevur stovnað smápartafelag í Føroyum, og partapeningurin er 50.000 kr.
Johannus Egholm Hansen er nevndarformaður í smápartafelagnum í Leitinum.
 
14.09.2021 - 15:05

Sp/f í Leitinum er navnið á nýggja dótturfelagnum hjá danska felagnum St. Jørgen Ejendomme, sum skal standa fyri verkætlanini at byggja 130-150 leiguíbúðir í Runavík.

Tað eru føroyingar, sum standa á odda fyri nýggja felagnum.

Johannus Gunnar Egholm Hansen er nevndarformaður í sp/f í Leitinum, og Rune Bro Róin er stjóri í felagnum og næstformaður í nevndini. 

Thomas Lund og Michael Lind eru nevndarlimir.

Sambært skrásetingini er endamál felagsins at gera íløgur, byggja og reka fasta ogn umframt annað virksemi í hesum sambandi.

50.000 kr. 

Partapeningurin í felagnum er 50.000 krónur.

3. september skrivaði St. Jørgen Ejendomme undir eina prinsippavtalu við Runavíkar kommunu um at keypa sjey grundstykki, har ætlanin er at byggja 130-150 leiguíbúðir. 

Fíggjarætlanin fyri verkætlanina er um 450 milliónir krónur. 

Tær fyrstu 30 íbúðirnar skulu vera klárar at flyta í við ársbyrjan 2024. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109