- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alis nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Alis nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Kemur úr starvinum sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla
Mynd: Mynd: UMMR
14.09.2021 - 15:35
Vestmanna skúli hevur fingið nýggjan skúlastjóra.
Landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla.
Alis er 56 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.
Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari og orðblindalærari. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og innan tað privata.
Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið í starvi sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla.
Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV