- Tíðindi, mentan og ítróttur
800 fleiri løntakarar seinasta árið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lontakarar.jpg?itok=tCnE7317)
Í august vóru 27.300 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn í august í fjør.
Men síðani í mars í ár er talið ikki vaksið.
537 fleiri menn enn kvinnur vóru løntakarar í august.
Ein lítil vøkstur er í privatu tænastuvinnunum, men vøksturin, sum hevur verið í almennari tænastu, er nú minkandi.
Færri í byggivinnuni
Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, skrivar Hagstovan.
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og býr í Føroyum, tá lønin verður goldin.
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn, sum í minsta lagi svarar til eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki, sama um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.