- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Norðurkorea hóttir heimsfriðin

Norðurkorea er ein hóttan ímóti grannalondunum og ímóti heimsfriðinum.
Tað eru boðini úr amerikanska verjumálaráðnum, eftir at Norðurkorea skeyt tvær langtberandi rakettir um vikuskiftið.
- Norðurkorea heldur eftir øllum at døma fram við at menna síni álopsvápn, og tað er til stóran vanda fyri grannalondini og heimin sum held, stendur í boðunum frá Pentagon.
Flugu 1500 kilometrar
Almenna tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA, skrivar, og Norðurkorea bæði leygardagin og í gjár skeyt langtberandi rakettir.
Rakettirnar flugu 1500 kilometrar, áðrenn tær raktu ætlaða málið, skrivar tíðindastovan.
USA og Norðurkorea hava ikki tosað saman um rakettduppingina hjá Norðurkorea síðani í 2019, tá samráðingarnar slitnaðu.