- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg: Maður dømdur fyri menniskjahandil

Ein 44 ára gamal maður er í rættinum í Noregi dømdur átta ára fongsul fyri menniskjahandil.
Málið byrjaði í býarrættinum fyri tveimum árum síðani, og dómurin varð kunngjørdur í morgun.
12 fólk eru ákærd í málinum, m.a. foreldur, beiggi og bróðurkona dømda mannin, og fyrrverandi og núverandi unnusta hansara.
14 fólk eru offur í málinum.
Flestu nokta seg sek
Níggju av teimum ákærdu noktaðu seg sekan, tá ið málið byrjaði, og trý játta seg partvíst sek.
Høvuðsákærdi í málinum, 44 ára gamli Sajjad Hussain, sum eigur handilsketuna Lime, ið selur gerandisvørur, er dømdur fyri grovan menniskjahandil, brot á arbeiðsumhvørvislógina og grovt svik.
Hussain skal eisini rinda slakar 19 milliónir krónur.
Hann hevur fingið í minsta lagi 10 fólk úr Pakistan til Noreg at arbeiða fyri seg.
Ríkisákærin, Geir Evanger, mælti til at døma Hussain strangastu revsing, sum er 12 ára fongsul.
Hussain varð í morgun dømdur 8 ára fongsul.
Ákærin hevur ikki tikið støðu til, um málið verður kært til Hægstarætt.