- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsvanlukka: Arbeiðið var illa fyriskipað
Fyriskipanin og stýringin av arbeiðinum var ikki nøktandi, tá ið ein maður á sumri í fjør læt lív í einari arbeiðsvanlukku, tá ið eitt skip landaði til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Tað staðfestir Arbeiðs- og brunaeftirlitið í eftirlitsfrágreiðingini frá arbeiðsvanlukkuni.
Tað var 27. mai í fjør, at ein maður doyði, tá ið ein trukkur koppaði á hann.
Doyði á staðnum
Vanlukkan hendi, eftir at lossingararbeiðið var liðugt, og tveir trukkar skuldu takast í land við einari lyft. Í hesum sambandi koppaði tann seinni trukkurin, og førarin bleiv fastur undir honum.
Hann doyði á staðnum.
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið vísir í eftirlitsfrágreiðingini á, at arbeiðsvanlukkan hendi orsakað av eini røð av samanrennandi hendingum.
Í frágreiðingini verður staðfest:
Samanlagt metir Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, at hallið á skipinum, hálu dekkini á trukkinum, og at lyftin var steðgað oman fyri vanliga støði, hevur fingið trukkin at glíða út av lyftapallunum og koppa út á síðurampuna. Serliga hæddarmunurin millum lyftapallarnar og síðurampuna var avgerandi fyri, at trukkurin koppaði, tá ið hann fór út av kantinum.
Ikki egnað til fólkaflutning
Harumframt stendur í frágreiðingini, at lyftan undir ongum umstøðum er egnað til fólkaflutning.
Greiða metingin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er, at arbeiðið við at flyta trukkarnar var illa fyriskipað, hóast eyðsýndur vandi var fyri álvarsomum arbeiðsóhappum og fólkaskaða.
Arbeiðs- og brunaeftirlitinum metir ikki, at p/f P.P. Faroe Pelagic hevur hildið sínar skyldur sum arbeiðsgevari til at skipa arbeiði soleiðis, at tað kundi útinnast trygt og heilsuliga ráðiligt.
Tí hevur p/f P.P. Faroe Pelagic fingið eitt sektaruppskot upp á 40.000 krónur. Felagið hevur tikið við sektaruppskotinum, og málið er tí avgreitt.