- Tíðindi, mentan og ítróttur
Widerøe avlýsti longu á øðrum túrinum
Norska flogfelagið Widerøe avlýsti ferðina úr Bergen í Vágar í dag.
Widerøe fór undir regluliga til Føroya fríggjadagin, og nógv varð gjørt burturúr, nú eitt nýtt flogfelag byrjaði flogrutu millum Bergen og Føroya.
Men longu á øðrum túrinum til Føroya avlýsti flogfelagið.
Lina Lindegaard Carlsen, samskiftisfólk í Widerøe, sigur við útvarpið, at tá ið flogfelagið fekk nýggjastu veðurforsøgnirnar úr Føroyum í morgun, valdi flogfelagið at avlýsa ferðina, tí mett varð ikki, at líkindi vóru at seta flogfarið í Vágum.
Ferðafólkini umbókað
Widerøe-flogfarið skuldi eftir ætlan lenda í Vágum um middagsleitið, kl. fimm minuttir í tólv. Eitt flogfar hjá Atlantic Airways skuldi lenda klokkan trýkorter til 12, og tað setti seg klokkan 11 minuttir í tólv.
Lina Lindegaard Carlsen sigur, at øll ferðafólkini eru umbókað, og tey sleppa úr Bergen við SAS til Keypmannahavnar og síðani til Føroya. Ferðafólkini úr Føroyum fara við SAS til Keypmannahavnar og haðani til Bergen.
Widerøe hevur ikki RNP-útgerðina, sum Atlantic Airways og SAS hava. Henda skipanin ger, flogførini kunnu seta seg, hóast sýnið í Vágum er vánaligt.