- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisumboðið fær 8,6 mió. kr. næsta ár
Ríkisumboðið í Føroyum fær eisini 8,6 mió. kr. til raksturin næsta ár sambært uppskotinum um danska fíggarlóg.
Í uppskotinum um danska fíggjarlóg sæst, at Ríkisumboðið fær 500.000 kr. afturat í 2022, tí Ríkisumboðið skal umsita CPR-nummarið, sum føroyingar kunna fáa, og lata fólki NemId og MitId.
Eisini næsta ár kann Danmarks Innovationsfond lata 1,7 mió. kr. um árið til teirra í Føroyum og Grønlandi, sum skriva phd-ritgerð um vinnulív.
Gransking og heimildarfilmar
Lærdi háskúlin í Keypmannahavn fær 1,5 milliónir til undirvísing og gransking um føroysk viðurskifti.
5,7 milliónir krónur eru settar av til at gera heimildarfilmar um Grønland, Føroyar og Danmark, filmar, sum skulu víðka vitanina um ríkisfelagsskapin.
6,7 mió. kr. skulu latast til hetta endamálið í 2023 og 9,7 mió. kr. í 2024.