- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gingu meira hjá lækna í fjør
Føroyingar høvdu munandi meira samband við kommunulæknar í fjør enn í fyrraárið.
Talið av viðtalum í kommunulæknaskipanini í 2020 var 11 prosent størri enn árið fyri og 46 prosent størri enn fýra ár frammanundan.
Tað skrivar Hagstovan.
Í miðal hevði hvør íbúgvi í landinum 3,5 viðtalur hjá kommunulækna.
Flestu viðtalur í Sandoynni
Flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva vóru í Sandoynni, har miðaltalið var seks viðtalur fyri hvønn íbúgva. Í hinum endanum er Suðuroyggin, har miðaltalið var 2,9.
Hagtølini vísa eisini, at kvinnur brúka kommunulæknaskipanina munandi meira enn menn. Umleið 24.000 fleiri viðtalur vóru við konufólk enn mannfólk í 2020. Býtið er 56 prosent av viðtalum við konufólk og 44 prosent við mannfólk
Fyribyrgjandi viðgerðir ikki við
Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.
Samband við kommunulæknan í telefon ella á teldu er heldur ikki við í yvirlitinum.
Les meira um tølini frá Hagstovuni her.