- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyaflúgvingin hjá Widerøe byrjar í dag
Føroyaflúgvingin hjá Widerøe byrjar í dag
Flogfarið hjá Widerøe skal seta seg í Vágum klokkan 20 minuttir í 12.00
03.09.2021 - 08:55
Í dag byrjar flúgvingin hjá norska flogfelagnum Widerøe millum Bergen og Vágar.
Flogfarið hjá Widerøe skal seta seg í Vágum klokkan 20 minuttir í 12.00.
Tað fer av stað aftur klokkan fimm minuttir í hálvgum eitt.
Flogið verður tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag.
Flogið verður við propellflogfari.
Flogfarið tekur 78 ferðafólk, og flogferðin varar ein tíma og trý korter.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV