Elsta fólk í Føroyum fyllir 106 ár í dag

Elsta fólk í Føroyum fyllir 106 ár í dag
Í dag fyllir Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala, úr Sumba, 106 ár
Nikala Laurina Franciska Jensen - myndin varð tikin á føðingardegnum í fjør
Mynd: privat mynd  
 
03.09.2021 - 07:04

Kala er fødd 3. september 1915. Hon er ættað av Glyvrum, men flutti til Sumbiar sum barn, og hevur meginpartin av lívinum búð í Sumba. Nú býr hon á ellisheiminum á Tvøroyri, har dagurin verður hildin.

Kala er elsta kvinna, sum hevur livað í Føroyum. Metið tók hon í fjør. Tá var elsta konufólk, sum higartil hevur livað í Føroyum, Drikka á Fløtti, frá Gjógv. Drikka var fødd 2. juli 1875, og andaðist 23. november 1980. Drikka gjørdist 105 ár, 4 mánaðir og 3 vikur gomul, og hon hevði metið í góð 40 ár.

Hjá monnum er tað Theodor Thomassen úr Sørvági, sum er elsti maður, og eisini elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum. Theodor varð føddur 28. oktober 1908 og hann andaðist 9. mars 2016, 107 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109