- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin longdi fongsulsrevsingina eitt ár
42 ára gamli maðurin, sum í Føroya rætti 30.mars í ár fekk trý ára fongsulsrevsing, fekk í gjár eitt ár afturat í Eystari landsrætti.
Maðurin er dømdur fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár, frá 2017 til desember 2019.
Maðurin er funnin sekur í øllum 11 ákærum, sum eisini umfata barnaporno, at hava keypt rúsdrekka til børn undir 18 ár, og at hava havt tjóvagóðs um hendi.
Forvaring ella fimm ára fongsul
Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella fimm ára fongsul. Í Føroya rætti var kravið átta ár.
Verjin helt hálvt triðja ella trý ár vóru nóg hørð revsing.
Maðurin játtaði seg sekan ella partvís sekan í níggju av teimum 11 ákærunum.
Til Danmarkar at sita
Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 16.desember í 2019.
Ákæruvaldið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin. Nú fer hann úr Mjørkadali í fongslið í Herstedvester, har hann fær viðgerð.
Hann verður sambært venjuni royndarleyslatin næsta summar.
Fólk, sum verða dømd í fongsul, plaga at sita tveir triðingar av dóminum.