Herðing í donsku revsilógini ikki galdandi í Føroyum

Herðing í donsku revsilógini ikki galdandi í Føroyum
Nú hevur Eystari landsrættur eisini staðfest tað í einum neyðtøkumáli
Føroyar hava sína egnu revsilóg, tí málsøkið er yvirtikið.
 
01.09.2021 - 08:40

Herðingin, sum var gjørd um kynslig misbrot í donsku revsilógini í 2016, er ikki galdandi í Føroyum.

Tað hevur Føroya rættur oftari enn eina ferð staðfest. Og nú hevur Eystari landsrættur eisini staðfest tað.

Í einum dómi um eitt neyðtøkumál, sigur Landsrætturin, at herðingin, sum varð gjørd í Danmark, er ikki galdandi í Føroyum.

Tað er hon ikki, tí ein greið politisk fráboðan um at herða revsingina var ikki í Føroyum. Slík fráboðan var í Danmark, sigur Landsrætturin.

Revsilógin yvirtikin

Føroyar hava sína egnu revsilóg, tí málsøkið er yvirtikið.

Í einum øðrum máli um neyðtøku og onnur kynslig misbrot var kravið hjá ákæruvaldinum í Føroya rætti trý ára fongsulsrevsing, um herðingin í donsku revsilógini eisini er í føroysku revsilógini, og tvey ár, um herðingin ikki er í føroysku lógini.

Føroya rættur segði, at herðingin er ikki galdandi í Føroyum.

Hetta málið er eisini farið í Landsrættin, men ikki viðgjørt har enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982