- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið í juni var 1,2 prosent
Arbeiðsloysið í juni var 1,2 prosent
Arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið
31.08.2021 - 10:55
Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,2 prosent í juni.
Tá vóru 430 fólk arbeiðsleys, ella 350 fulltíðararbeiðsleys. Í juni í fjør var arbeiðsloysið 1,8 prosent.
Arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.
12,3 prosent langtíðararbeiðsleys
Í juni vóru 12,3 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys, tað er, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.
Í juni í fjør vóru 7,3 prosent langtíðararbeiðsleys.
Arbeiðsleys eru fólk millum 16 og 66 ár, sum eru skrásett sum arbeiðsleys hjá ALS ella Almannaverkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV