- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið hjá flogleiðarunum verður av ongum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/icelandair_0.jpg?itok=BkCqeFhA)
Ætlaða verkfallið hjá íslendsku flogleiðarunum, tað sum á enskum eitur air traffic controllers, sum skuldi vera í morgin, verður av ongum.
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Isavia, sum umboðaði flogleiðararnar, hevði annars boðað frá verkfalli í morgin í fimm tímar, tí partarnir kundu ikki semjast um, hvussu arbeiðið skuldi skipast við styttri arbeiðsviku. Ósemja var eisinin um lønarhækkingina.
Samráddust í 27 tímar
Men partarnir eru eftir øllum at døma komnir ásamnt um ein nýggjan sáttmála eftir ein fund um vikuskiftið, sum vardi í 27 tímar. Tí er verkfallið í morgin avlýst.
Høvdu flogleiðararnir farið í verkfal, hevði tað ávirkað øll flogfør, sum skuldu sett í Íslandi.
Verkfallið hevði haraftrat fingið avleiðingar fyri loftferðslu í íslendskum loftrúmi, eisini Føroyar, tí íslendsku flogleiðararnir hava eftirlit við flogferðslu kring Føroyar.