- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleip tók 39 tímar
Sleip tók 39 tímar
Christian fekk trupulleikar við skrúvuni leygarmorgunin
30.08.2021 - 08:34
39 tímar brúkti Brimil til at fara eftir uppsjóvarskipinum Christiani og sleipa skipið á Skála.
Christian var á makrelfeltinum norðanfyri, tá hann fekk trupulleikar við skrúvuni tíðliga leygarmorgunin.
Brimil fór til hjálpar og sleipaði Christian á Skála.
Fríggjakvøldið vóru eisini boð eftir Brimli.
Tá var ein bátur steðgaður uttan fyri Borðoyarvík.
Nósi sleipaði hann til bryggju í Borðoyarvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV