- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv minni til av makreli í Norðurhøvum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/makrelfiskiskapur_0.jpg?itok=zyKH2b71)
Vísitalið fyri makrel er minkað niður í eina helvt síðani í fjør
Tað sigur Havstovan, nú endaligu útslitini av makrelkanningunum, sum Føroyar gera saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru tøk.
Úrslitini vísa tí munandi minni nøgdir av makreli í Norðurhøvum.
Stendur norðari
Havstovan sigur, at kanningarnar benda á, at makrelurin er at finna norðari enn undanfarin ár, og hóast minni er til, er sera nógv av ársgomlum og tvey ára gomlum makreli.
Eisini flytur makrelurin seg longri eystureftir, eins og hann hevur gjørt síðani 2018, tá nøgdirnar fóru at minka í Eysturgrønlandi. Í íslendskum øki var tað bara út fyri eysturlandinum, at makrelur var at síggja í ár.
Hóast vísitalið fyri makrel er minkað nógv, er vísitalið fyri norðhavssild at kalla óbroytt síðani í fjør.
Nógvur ársgamal svartkjaftur
Og vísitalið fyri svartkjaft er vaksið nærum ein fjórðing, 24 prosent. Havstovan sigur, at orsøkin til hetta, er, at nógvur ársgamal svartkjaftur var at síggja, meðan minni var til av stórum svartkjafti.
Úrslitini verða brúkt saman við øðrum kanningum og veiðitølum, til at gera stovnsmetingar av uppisjóvarfiski.