Fuglur fleyg í annan motorin

Fuglur fleyg í annan motorin
Flogfarið hjá Atlantsflogi setti seg tó í øllum góðum, og er kannað
Motorurin fekk ongan skaða, og flogfarið fer aftur í vinnu seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.08.2021 - 09:48

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fekk ein fugl í annan motorin, tá flogfarið skuldi seta seg í Vágum seinnapartin í gjár.

Flogfarið setti seg tó í øllum góðum og er kannað.

Kanningarnar vístu, at motorurin ongan skaða fekk. Flogfarið fer aftur í vinnu seinnapartin. 

At flogfarið ikki verður brúkt sum er, gevur nakrar broytingar í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947