- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar reglur fyri innflyting og ferðing við hundi og kettu
1.oktober koma nýggjar reglur í gildi fyri at innflyta og ferðast við hundi og kettu og fyri gitnaðarevni. Tað skrivar heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Millum annað kanst tú ferðast við hundi ella kettu úr Føroyum, men krøvini verða munandi herd. Eitt nú verður krav at søkja um ferðaloyvi. Djórið skal kannast og viðgerast hjá djóralækna í ferðalandinum áðrenn heimferðin aftur til Føroya byrjar.
Ikki er loyvt at ferðast til Føroya við hundi ella kettu.
Innflutningsloyvi krevst, um tú skalt innflyta hund ella kettu til Føroya.
Krøvini um koppseting eru tey somu, sum fyrr, men ein nýggj koppseting er komin aftrat til kettu.
Djórapass verður ikki góðtikið sum innflutningsskjal.
Stuðulshundur verður nú loyvdur undir serligum treytum.
Flutningsfeløgini t.d. Atlantsflog og Norrøna skulu verða løggild til flutning av djórum fyri at kunna flyta djórini til og úr Føroyum.
- Ásetingarnar í nýggju kunngerðini gera, at vit eisini frameftir varðveita góðu djórasjúkustøðu, sum vit hava í Føroyum - til frama fyri allar føroyskar hundar og kettur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Nýggju reglurnar kunnu lesast her