Tórshavn Marathon verður ikki í ár

Tórshavn Marathon verður ikki í ár
Tórshavn Marathon, sum skuldi vera 16. september, er avlýst. Undirtøkan er ov lítil, siga fyrireikararnir
Tórshavn marathon verður ikki í ár
Mynd: Bragdið  
 
26.08.2021 - 09:07

Tórshavn Marathon, sum skuldi vera 26. september 2021, er avlýst. 

 - Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa neyðugu tilmeldingarnar til, at vit kunnu halda Tórshavn Marathon 2021, soleiðis at rennararnir fáa ta uppliving, sum vit vilja, teir skulu hava, sigur Bragdið, sum skipar fyri Tórshavn Marathon.

Ætlanin var, at tiltakið, sum undan koronu legði seg eftir at hava nógvar útlendskar rennarar við, skuldi verða 6. juni í ár. Fáar dagar undan tiltakinum tók korona seg upp av nýggjum, og renningin varð útsett. 

Fyrireikararnir staðfesta nú, at undirtøkan er ikki nóg stór til at hava Tórshavn Marathon 26. september.

 - Nú 26. september 2021 nærkast kunnu vit tó staðfesta, at tað ikki er lætt at flyta eitt tiltak, sum Tórshavn Marathon. Fólk venja leingi og málrættað til eitt marathon, og vit mugu ásanna, at týdningarmiklasta grundarlagið undir Tórshavn Marathon – rennararnir – ikki í nóg stóran mun eru til staðar, skrivar Bragdið.

Bragdið leggur afturat, at Tórshavn Marathon verður aftur næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946