- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívdin hevur opið hús í fýra dagar
Samkoman Lívdin er flutt í egnan, nýggjan samkomubygning við Vegin langa í Hoyvík.
Og har verður opið hús í dag, í morgin, leygardagin og sunnudagin.
Í annaðkvøld klokkan átta er almenna hátíðarhaldið í sambandi við innflytingina.
Í dag eru 20 ár, síðani Lívdin varð stovnað.
Lívdin hevur seinastu tíggju árini havt møti og sunnudagsskúla í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Grundstykkið gáva frá Ebenezer
Bygningurin við Vegin langa er 1852 fermetrar í tveimum hæddum.
Lívdin fekk grundstykkið fyri 20 árum síðani. Tað var ein gáva frá Ebenezer.
Í bygningunum er salur, sum rúmar 850 fólkum.
Stórur partur sjálvboðið arbeiði
Selmar Nielsen, arkitektur, hevur teknað bygningin, sum samkoman av álvara fór undir at byggja fyri átta árum síðani.
Stórur partur av byggiarbeiðinum er sjálvboðin.
Og arbeiðstøkur og tilfar er fíggjað við gávum og lántøku.