- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dugni hevur nú eisini deild í Suðuroynni
Dugni hevur nú eisini deild í Suðuroynni
Virksemið hjá Dugna í Suðuroynni er í Salti og í gamla SEV-húsinum í Vági
26.08.2021 - 08:53
Dugni er byrjaður í Suðuroynni.
Dugni er sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum skipar fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað fólk kunnu fara til arbeiðis.
Dugni er við Áir, á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla í Havn.
Nú hevur Dugni so eisini eina deild í Suðuroynni.
Eyðstein Jacobsen er deildarleiðari hjá Dugna í Suðuroynni.
Virksemið hjá Dugna í Suðuroynni er í Salti og í gamla SEV-húsinum í Vági.
Skrivstovan er í býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV