- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trine Bramsen útsetir aftur vitjan í Føroyum
Trine Bramsen útsetir aftur vitjan í Føroyum
Støðan í Afganistan ger, at hon fær ikki komið
25.08.2021 - 09:54
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, kemur ikki til Føroya sunnudagin, sum ætlanin annars var.
Støðan í Afganistan ger, at hon fær ikki komið.
Verjumálaráðið upplýsir, at Føroyaferðin er ikki avlýst, men útsett. Nær hon verður, er ikki avgjørt enn.
Flogfarið fekk ikki sett seg
Trine Bramsen skuldi eisini koma til Føroya 16.juni. Men tá fekk flogfarið hjá henni ikki sett seg í Vágum.
Nú skuldi hon koma 29.august og fara niður aftur 30.august.
Men tann ferðin verður nú heldur ikki av nøkrum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV