- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki heimild at krevja gjald fyri geyma
Eingin heimild er til at taka 350 krónur fyri at útvega talgilda samleikan á geyma. Tí skulu tey, ið hava rindað fyri ein geyma, hava peningin aftur.
Umboðsmaðurin hevur eftir fyrispurning frá einum borgara kannað, um Talgildu Føroyar hava rætt til at kreva 350 krónur í gjaldi fyri geyman.
Umboðsmaðurin sigur í niðurstøðu síni, at tað í grein 11 í løgtingslógini um talgildan samleika er ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta slíkt gjald, men í frágreiðingini til umboðsmannin ásannaði Fíggjarmálaráðið, at landsstýrismaðurin enn ikki hevði ásett reglur í kunngerð um gjald fyri geyman.
Skuldi vera ókeypis
Av tí at kunngerðin ikki var gjørd, og at upprunaliga ætlanin í lógini var, at geymin skuldi vera ókeypis, fáa teir persónar, ið longu hava goldið fyri geyman, peningin aftur.
Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp, er, um tað er neyðugt at møta persónliga á staðnum fyri at fáa ein geyma til talgilda samleikan, um tú ikki hevur fartelefon ella teldil.
Niðurstøðan í hesum førinum er, at tað er neyðugt sambært altjóða trygdarkrøvum um talgildan samleika.