- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innflutningurin vaks 300 mió. kr. fyrra hálvár
Føroyar innfluttu meira í fyrra hálvári í ár enn í fjør.
Innflutt varð fyri 4,2 milliardir krónur í fyrra hálvári, sum eru 300 milliónir krónur meira enn í fyrra hálvári í fjør. Vøksturin er 7,6 prosent.
Innflutningurin til byggivirksemi er minkaður, men í flestu hinum vørubólkunum er vøkstur, upplýsir Hagstovan.
Útgerð til vinnuna
Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er vøksturin 44 prosent. Í bólkinum, sum eitur vørur til húsarhaldsnýtslu, er vøksturin 12 prosent.
Oljuprísurin er farin upp aftur í ár.
Og hóast 11 prosent minni brennievni vórðu innflutt í fyrra hálvári í ár enn í fjør, er innflutt fyri knappliga 17 prosent fleiri krónur, 80 milliónir krónur.