- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmáli um Íshavið komin í gildi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronlandsisur_bradnar.jpg?itok=P1BPlXMf)
Danska uttanríkismálaráðið hevur sett sáttmálan, sum skal forða fyri óskipaðum fiskiskapi altjóða sjógvi í Íshavinum, í gildi í Føroyum við kunngerð.
Sambært kunngerðini kom sáttmálin í gildi í Føroyum 25.juni í ár.
Hann er galdandi í 16 ár.
Løgtingið hevur góðkent, at sáttmálin verður galdandi í Føroyum.
Forðar fyri óskipaðum fiskiskapi
Endamálið við sáttmálanum, sum varð gjørdur í 2018, er at seta í verk fyribils tiltøk, sum skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í økinum til ein ella fleiri fiskiveiðifelagsskapir eru settir á stovn fyri Íshavið.
Langtíðarmálið er at tryggja burðardygga veiðu í altjóða sjógvi í Íshavinum.
Sáttmálin bindur tey londini, sum staðfesta hann, til ikki at fara undir vinnuligan fiskiskap í Íshavinum í 16 ár, uttan so, at semja er um hetta í nýggjum ella verandi fiskiveiðufelagsskapi, sum umfatar Íshavið.