- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lidnir við Slættaratind
Lidnir við Slættaratind
Gingu hálvt annað maraton
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
21.08.2021 - 14:57
Nakað fyri klokkan eitt vóru systkinabørnini Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen lidnir við sín Everesting.
Teir høvdu tá gingið 18 ferðir niðan á Slættaratind og oman aftur.
Tað vardi í 24 tímar og 42 minuttir.
Teir gingu 8.946 hæddarmetrar, á leið 100 metrar meira enn Mount Everest er høgt.
Og teir gingu 65,5 kilometrar.
Fólk, sum vildu stuðla tiltakinum, kundu geva Eydnudeildini í handbólti pengar. Sonurin hjá Jákupi Peturi spælir í Eydnudeildini.
Eydnudeildin er eitt hondbóltsfelag ætlað børnum við serligum tørvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV