- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur harðskapur í býnum í nátt
Grovur harðskapur varð framdur á einum dansistaði í Havn í nátt. Talan var um tveir mans, sum fóru til hendurs. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan er ikki liðug at kanna málið.
Maðurin, sum harðskapurin gekk útyvir var sendur á Landssjúkrahúsið til viðgerð, men er sloppin heim aftur.
Tann, ið framdi harðskapin er avhoyrdur, men ikki varðhaldsfongslaður. Løgreglan fer at avhoyra fleiri vitni, áðrenn málið fer víðari í rættin.
Nógv full fólk
Í miðbýnum í nátt hava nógv full fólk verið, sum politiið hevur tikið sær av.
Nøkur av teimum eru skuldsett fyri brot á skilhaldsreglur.
Tvey fólk máttu sova rúsin av sær í varðhaldinum á politistøðini.
Seinasta samdøgrið hevur annars verið friðarligt, sigur vakthavandi.